Innanlands

Tórshavnar kommuna ger ítøkiligt stig á grønu leiðini

Kommunan gevst nú við bláu einnýtis plastskógnum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-01 15:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Náttúru- og umhvørvisnevndin hevur samtykt, at Tórshavnar kommuna skal gevast við at brúka bláleistarnar – bláu einnýtis plastskógvarnar. 

Avgerðin varð send kommunalu stovnunum til hoyringar. Heilsu- og umsorganartænastan hevur tó tørv á at halda á fram at nýta bláleistarnar, og tískil er undantak givið teimum.

Hervið fara bláleistarnir í søguna á dagstovna-, skúla- og mentunarøkinum. Í næstum verða skeltir hongd upp á øllum stovnum, har fólk verða biðin um at lata seg úr skónum, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Átakið er enn eitt stig á Grønu Leiðini, umhvørvispolitkkinum hjá Tórshavnar kommunu, at minka um nýtsluna av einnýtis plasti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder