Føroyar draga útisetar til sín sum ongantíð áður. Stórur partur av útisetunum velja at búseta seg í høvuðsstaðnum. Tí bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og Føroyingafelagnum í Aalborg til eitt spennandi kvøld um møguleikarnar hjá útisetum í Tórshavnar kommunu.
Á tiltakinum í Aalborg 1. mars fer borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum, fer at greiða frá vaksandi huganum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.
Eisini fara tveir íverksetarar at siga frá teirra verkætlanum. Annar teirra, Sverri Nolsøe, fer út í heim við hugskotinum SafeFriend, og hin, Tummas við Skipá, ætlar at taka kappingina upp á fjarskiftisøkinum við nýggja telefonfelagnum TOSA, skrivar Tórshavnar kommuna.
Hetta kvøldið í Aalborg fáa forvitnir útisetar eisini høvið at hoyra leiðarar í Tórshavnar kommunu greiða frá um fjølbroyttu møguleikarnar í eini kommunu, sum hevur sett talgilding ovarlaga á breddan. Lars Larsen Black, leiðari á KT-deildini, fer at tosa um arbeiðið at talgilda høvuðsstaðin, og so fara Marius Muller, tekniskur stjóri, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu- og umsorganartænastuni, og vísa á, hvussu Tórshavnar kommuna kann gerast komandi arbeiðsplássið hjá útisetunum.
Innanlands
Tórshavnar kommuna kunnar útisetar um møguleikar í kommununi
Tórskvøld verður í føroyingafelagnum í Aalborg
2019-02-11 13:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald