
Tað eru 100 ár síðan í ár, at Kondittaríið læt upp sítt virksemi í Miðbýnum í Havn á ‘Det glade hjørn’, sum tað bleiv kallað.
Í sambandi við Mentanarnáttina bjóðar Tórshavnar Kommuna tískil øllum borgarum á gátt á Kondittarínum, har ymsir savnslutir frá Býarsavninum verða sýndir fram.
Eitt nú eru upprunaligu dúkarnir, stell o.a. at síggja á miðhæddini. Eisini eru fleiri lutir frá handilslívinum at síggja, sum stava frá ymsu tíðarskeiðunum, sum Kondittaríið var virkið.
Á ovastu hædd verður gevistova, har foreldur kunnu geva pinkubørnunum ein sopa ella skifta blæu í hugnaligum umhvørvi.
Afturat tí fara Ólavur Højgaard og Holgar Jacobsen at framføra nøkur løg kl. 17.00. Til ber at lurta bæði úti og inni.
Tórshavnar Kommuna vónar, at fleiri leggja leiðina framvið Kondittarínum á Mentanarnáttini 6. juni. Húsið verður opið frá kl. 17.00 til kl. 21.00.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald