Innanlands

Tórshavnar kommuna og Norðurlandahúsið gjørt samstarvsavtalu um Summarvinir

Nú fara eldri á røktarheimum í Tórshavnar kommunu á konsert í Norðurlandahúsinum

2019-05-13 19:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú fara eldri á røktarheimum í Tórshavnar kommunu á konsert í Norðurlandahúsinum. Samstarvið eitur Summarvinir, har sjálvboðin fara á konsert saman við borgarum, ið búgva á røktarheimum. Talan er um konsertir komandi mánaðirnar, nú summartónar eru á skrá.

Røktarheimini syrgja fyri, at borgarin kemur í Norðurlandahúsið, og Norðurlandahúsið hevur so sjálvbodnar summarvinir, sum taka ímóti. Teir eldru borgararnir og summarvinirnir fáa ein góða drekkamunn í kaffistovuni Smakka, har eisini ber til at fáa eitt gott prát áðrenn sjálva konsertina. Eftir konsertina koma fólk frá røktarheiminum í Norðurlandahúsið eftir borgaranum og koyra tey heima aftur.

Heilsu- og umsorganartænastan fegnast um, at Norðurlandahúsið skipar so fyri, at eldri borgarar, sum búgva á røktarheimum, á henda hátt fáa eina góða uppliving. Umframt góðu upplivingina og tónleikin gevur hetta borgarunum møguleika fyri framhaldandi at vera partur av samfelagnum uttan fyri røktarheimini, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Tiltakið er hvønn mánadag frá 14.00 til 16.00 frá 15. juni til 15. august 2019. Tað er tó ikki nøkur treyt, at summarvinurin er tøkur hvønn mánadag.

Norðurlandahúsið søkir í hesum døgum eftir fólki, sum hava hug at verða summarvinir. Tú kann lesa meira um tiltakið og melda teg sum summarvin á leinkini niðanfyri. Freistin at melda seg sum summarvin er 24 mai 2019.

Norðurlandahúsið søkir í hesum døgum eftir fólki, sum hava hug at verða summarvinir. Tú kann lesa meira um tiltakið og melda teg sum summarvin á leinkini niðanfyri. Freistin at melda seg sum summarvin er 24 mai 2019.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder