Innanlands

Tórshavnar kommuna: Verkætlanarstuðul til grønan flutning leysur at søkja

Verkætlaninar kunnu eitt nú vera skeið, tiltøk, upplýsandi tilfar ella annað, sum onkursvegna er til frama fyri burðardyggari og umhvørvisvinarligari flutning

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu. Treytin fyri at fáa stuðul er, at mann annaðhvørt býr í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi (Savnsmynd)

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu. Treytin fyri at fáa stuðul er, at mann annaðhvørt býr í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi (Savnsmynd)

2023-01-30 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu í ár snýr seg um flutning.

Hvørt ár letur kommunan stuðul til umhvørvisverkætlanir innan sama evni, sum Umhvørvisvikan hevur, so í ár kunnu allar verkætlanir, sum snúgva seg um at flyta fólk, mat, innbúgv og annað á umhvørvisvinarligan hátt, søkja um tær 250.000 krónurnar, sum verða latnar.

Verkætlaninar kunnu eitt nú vera skeið, tiltøk, upplýsandi tilfar ella annað, sum onkursvegna er til frama fyri burðardyggari og umhvørvisvinarligari flutning, skrivar Tórshavnar kommuna.

Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Fær kommunan ikki nóg nógvar umsóknir inn, ið halda seg innan valda evnið, loyvir kommunan sær at lata øðrum viðkomandi verkætlanum stuðul.

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at mann annaðhvørt býr í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.

Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum – 125.000 krónur. Men tað ber væl til at søkja aftur, hóast ein verkætlan hevur fingið stuðul fyrr.

Í fjør var evnið matoyðsl, og útvaldu verkætlaninar snúðu seg millum annað um at gera sankutøð og at gera ein føroyskan matkalendara. Árið fyri fingu eitt nú endurnýtsluverkstovur á Dugna og ein herferð móti dálkandi sigarettstubbum burtur av umhvørvisstuðlinum.

Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars, og avgerð um, hvør fær stuðul, verður kunngjørd á Umhvørvisvikuni, sum í ár er frá 6. til 13. mai.

Meira kunning fæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder