Innanlands

Tórsvøllur fyllir 20 ár í dag

Í dag eru 20 ár liðin síðani fyrsti dysturin varð spældur á Tórsvølli

2019-07-09 08:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag, 9. juli 2019, eru tað 20 ár síðani fyrsti dysturin varð leiktur á Tórsvølli. Fyrsti dysturin varð leiktur fríggjadagin 9. juli 1999, og talan var um ein venjingardyst ímóti danska meistaraliðnum AaB. Dysturin endaði við einum 3-1 sigri til AaB.

Hesi 20 árini hava fleiri spennandi og áhugaverdir dystir verið á Tórsvølli, bæði landsdystir, Evropa Cup-dystir, steypafinalur og einstakir dystir í Betri Deildini. Harafturat hava kend nøvn sum Elton John og Bryan Adams framført á vøllinum.

Heimstjørnurnar í fótbólti, ið hava vitjað á Tórsvølli hesi árini, eru nógvar í tali. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast: Zlatan Ibrahimovic, Christiano Ronaldo, Sergio Ramos og Alessandro Del Piero.

Fleiri og stórar umvællingar eru gjørdar kring vøllin hesi 20 árini, eitt nú eru ljósmastrar komnar upp, og upprunaligi grasvøllurin er skiftur út við graslíki. Í løtuni verður arbeitt við at byggja nýggjan bygning við Tórsvøll, og hesin bygningur verður ætlandi liðugur í 2021, skrivar Fótbóltssambandið á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder