Innanlands

Tørvur á serkunnleika til førleikastovurnar

Hendir einki skjótt, er vandi fyri, at vit ikki hava fólk at manna ymsu serøkini á førleikastovunum innan stutta tíð. Tað sigur Mirjam Zachariasen, leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin

- Ætla myndugleikarnir at hava førleikastovur í framtíðini, er átrokandi neyðugt at eftirútbúgva fólk javnt og samt, soleiðis at fólk alla tíðina verða sett við

- Ætla myndugleikarnir at hava førleikastovur í framtíðini, er átrokandi neyðugt at eftirútbúgva fólk javnt og samt, soleiðis at fólk alla tíðina verða sett við

2023-02-07 18:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Førleikastovurnar í skúlunum kring landið verða mannaðar við lærarum, sum hava ískoytis- ella eftirútbúgving sum orðblindalærari, AKT-lærari, lesivegleiðari, støddfrøðivegleiðari, SSP-lærari og serlærari. Fyri flestu av hesum útbúgvingunum er tað galdandi, at tað eru nógv ár síðan, at útbúgvingarnar seinast vórðu bodnar út. Vit eru á vandakós, um tær ikki verða bodnar skjótt út, heldur Mirjam Zachariasen. Hon vísir á, at stórur tørvur er á eftirútbúgving á fleiri økjum, sum førleikastovan varðar av.

- Ætla myndugleikarnir at hava førleikastovur í framtíðini, er átrokandi neyðugt at eftirútbúgva fólk javnt og samt, soleiðis at fólk alla tíðina verða sett við. Hendir einki skjótt, er vandi fyri, at vit ikki hava fólk at manna ymsu serøkini innan stutta tíð.

Á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin eru AKT-lærari, støddfrøðivegleiðari og SSP-lærari. Førleikastovan hevur ikki orðblindalærara og lesivegleiðara, og tí fær skúlin henda serkunnleikan frá øðrum skúla.

- Henda skipanin riggar, men tað allarbesta hevði verið, um vit høvdu allan serkunnleikan í skúlanum. Vansin er, at serkunnleikin ikki kennir næmingarnar á sama hátt, sum teir høvdu gjørt, um teir arbeiddu í skúlanum. Og av tí, at teir ikki kenna næmingarnar, so koma tey, sum arbeiða á førleikastovuni, so ella so upp í hvørt einstakt mál. Skuldi eg ynskt onkran førleika til førleikastovuna aftrat, sum ikki er, so hevði verið gott at havt sálarfrøðing.

Uppgávan hjá førleikastovuni røkkur sera víða, og hon er væl allýst.

- Alt, sum hevur við trivnað at gera, og øll átøk á normal- og serøkinum skulu ígjøgnum førleikastovuna. Alt, sum lærarar varnast við næmingum, har átøk møguliga skulu setast í verk, allar royndir og kanningar og alt samskiftið við foreldur, Sernám og stovnar. Harumframt er serflokkur í skúlanum, og tey skulu eisini hava ráðgeving.

Uppgávan hjá førleikastovuni er at náa endamálinum fyri undirvísingina, bæði á normal- og serøkinum. Við normaløkið verður hugsað um ta vanligu undirvísingina, meðan serøkið eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv. Miðfirraðu tímarnir skulu brúkast í normaløkinum til næmingar, ið hava eitt sindur tungt við at læra.

Førleikastovurnar skulu m.a. stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing, sum tekur støði í læringarstílunum hjá tí einstaka, útvega og framleiða hóskandi tilfar til ymiska undirvísing, gera kanningar og skipa arbeiðið samsvarandi úrslitunum – fyrst og fremst í mun til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið, og so at foreldur og avvarðandi skúlamyndugleikar hava møguleika at fylgja gongdini.

Skúlablaðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder