Um danska stjórnin hevur tørv á at tosa um viðkvom mál við eina av sínum sendistovum úti í heimi, so ber í øllum førum til at fáa eina trygga samskiftislinju til vega, so at samrøðan ikki kann avlurtast av øðrum.
Men um Keypmannahavn vil tosa landsstýrið í Føroyum ella Grønlandi, so finst ongin slík trygg beinleiðis samskiftislinja, sum kann forða fyri at samrøðan ikki verður avlurtað í eitt nú Kina, Russlandi ella USA.
Tað skrivar danska blaðið, Jyllands-Posten, sum undrast yvir at so er, serliga tí spurningar, sum viðvíkja Arktis, eru av størstu trygdarpolitiskum spurningum í ríkinum í hesum tíðum.
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri váttar fyri blaðnum, at hetta er ein ’álvarslig forðing í samskiftinum’.
- Vit skulu ikki vera naiv. Tað er mark fyri, hvat kann tosast um umvegis telefon, sigur uttanríkisráðharrin sum sigur, at tørvurin á tryggum samskiftislinjum er ein forðing fyri at Føroyar og Grønland verða tikin meira við í uttanríkispolitikkin.
Hann sigur, at stjórnin arbeiði við at skipa eina slíka samskiftisrás.
Martin Lidegaard, fyrrverandi uttanríkisráðharri fyri radikala flokkin kallar støðuna ótolandi. Hann sigur, at meðan hann var uttanríkisráðharri í 2014 til 2015, vóru viðkvæmir upplýsingar einans havdir á lofti við grønlendingar og føroyingar ”andlit til andlits”. Men í átrokandi støðum vóru tey noydd at brúka ótryggar linjur.
Serfrøðingar vísa á, at tað er ein stórur trygdartrupulleiki við opnum linjum.
Men embætisfólk og politikarar í bæði Tórshavn og Nuuk hava tó møguleika at fara á støðirnar hjá Arktisk Kommando, um neyðugt er at tosa við Danmark um loyniligar upplýsingar.
Føroyska deildin hjá Arktisk Kommando liggur í gomlu telegrafstøðini ovarlaga á Tinghúsvegnum í Havn, sum eisini hýsir MRCC og Tórshavn Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald