Uttanlands

Tosa framvegis um Tomahawk-rakettir

Ukrainski forsetin vónar framvegis at fáa atgongd til langtberandi vápn úr USA

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-10-24 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vónar framvegis at fáa atgongd til langberandi Tomahwak-rakettir hjá USA.

Tað fekk hann ikki eftir fundin við amerikanska forsetan, Donald Trump í farnu viku, men tað er enn uppá tal, sigur hann sambært Ritzau.

– Har eru ting, vik kunnu tosa opið um, og har eru onnur ting, sum vit framvegis arbeiða við. Tað snýr seg um langtberandi vápn, segði hann við journalistar á veg inn á ES-toppfund í Brússel í gjár.

– Eg kann ikki deila nógvar smálutir, men eg vóni, at ein avgerð verður tikin, segði hann.

Amerikanskar Tomahawk-rakettir kunnu røkka málum, sum eru upp móti 2.500 kilometrar burtur. Fáa ukrainar hendur á slíkum rakettum, kunnu teir brúka tær at raka málum inni í m.a. russiska høvuðsstaðnum Moskva.

– Tað er sum við revsitiltøkunum (móti Russlandi). Tey vóru ómøgulig, men nú síggja vit avgerðir um tiltøk móti orkugeiranum. Tað er sera umráðandi. Tí haldi eg, at vit kunnu síggja somu avgerð um langtberandi vápn, segði ukrainski forsetin.

Les eisini: USA við revsitiltøkum móti russiskum oljufeløgum

Fegnast um revsitiltøk

Í vikuni samtykti ES eisini sonevnda 19. revsipakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, sum m.a. skal raka russiska orku og russiska fíggjargeiran, og hetta fegnast Zelenskyj um.

Russland og Ukraina hava verið í kríggi í yvir trý ár, og sambært ukrainska forsetanum er tað umráðandi at økja trýstið á Russland fyri at fáa landið at taka undir við einari vápnahvíld.

– Ein vápnahvíld er sjálvandi møgulig. Vit hava øll tørv á vápnahvíld. Men vit hava meira tørv á at leggja trýst á Russland fyri at fáa vápnahvíldina, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder