2024-06-13 22:57

Hetta er tíðin, tá ið pisurnar verða floygdar á Glasi. Í dag fekk fyrsta pisan húgvuna á høvdið.
Hetta var Tóta Búadóttir úr 21m á Búskaparbreytini.
Familja og vinir tóku ímóti Tótu, tá hon kom av síðstu próvtøkuni, og pápin gav henni húgvuna á høvdið, skrivar glasir.fo.
Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Tótu til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Tóta eisini heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Gregori Hentze, húsavørði á Glasi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald