Tað eru nøkur ár síðani, at Toyota Camry varð tikin av danska – og har við eisini føroyska – marknaðinum. Men nú kemur hann aftur. Tað skrivar Reyni Service, sum er umboð fyri Toyota í Føroyum.
Nýggja útgávan av Camry sameinir flotta sniðgeving við framkomnu tøknina, sum er í nýggja ættarliðnum av Hybrid-drivnum Toyota. Nýggi 2,5 bensinhybridmotorurin hevur heilar 218 hestar og sera gott moment, sigur Reyni Service.
Við nýggja TNGA-platforminum hjá Toyota hevur bilurin fingið eitt lágt tyngdarpunkt og eitt sera stíft stell, og tí hevur bilurin góðar koyrieginleikar.
Bilurin hevur sonevnda Toyota Safety Sense, sum skal gera ferðingina í ferðsluni tryggari Eitt nú ávaring um samanstoyt, ávaring um fótgangarar, adaptivan fartpilot, stuðlandi stýring, um tú ert ávegis av koyribreytini osv.
Reyni Service sigur, at Toyota Camry eftir ætlan verður at síggja á føroysku vegunum eina ferð í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald