Hóast nógva vindin í nátt, hevur løgreglan ikki fingið nógvar skaðafráboðanir. Tað mesta var fólk, sum stúrdu fyri, at ymiskt fór í hvirlunum, men tað bleiv síðani tryggjað.
Millum annað ein kampingvognur í Hoyvík, har tað var fitt av vindi.
Í Hoyvík var eisini ein trampolin og skutari, sum fóru í nógva vindinum. Trampolinin var bundin í skutaran fyri at tryggja hana, men tað vísti seg ikki at vera eitt gott hugskot, tí bæði skutari og trampolin fóru við vindinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Kringvarpið í morgun.
Annars fekk løgreglan fráboðan um eitt harðskapsmál í býarlívinum í Havn í nátt, sum nú verður kannað nærri. Fá fólk vóru í býnum - helst orsaka av keðiliga veðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald