Innanlands

Tretivu flokkar við 25 ella fleiri næmingum næsta skúlaár

Fólkaskúlalógin fyriskrivar annars, at tað bara í heilt serligum førum eigur at verða farið upp um 24 næmingar. Formaðurin í Lærarafelagnum stúrsar við høga talið, og heitir hann á samgonguna, skúlamyndugleikar og landstýrissmann um at gera broytingar alt fyri eitt

Heili tretivu flokkar í føroyska fólkaskúlanum verða ovfólkaðir næsta skúlaár - ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum. Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Heili tretivu flokkar í føroyska fólkaskúlanum verða ovfólkaðir næsta skúlaár - ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum. Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-21 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá ið fólkaskúlalógin fyriskrivar, at tað bara í heilt serligum førum eigur at verða farið upp um 24 næmingar, er tað ikki í samsvari við lógina, tá vit hava 30 flokkar komandi ár við næmingatali oman fyri 24.

Hetta sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, við Skúlablaðið í dag í samband við at fyribilsnæmingatøl fyri komandi skúlaár eru gjørd upp. Útfrá teimum fara tað at vera 14 flokkar við 25 næmingum, 11 flokkar við 26 og fimm flokkar við 27 næmingum. Tað vil siga, at heili tretivu flokkar í føroyska fólkaskúlanum verða ovfólkaðir - ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum.

Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelags og vísir á, at ein grundgevingin, sum er førd fram, ikki heldur: Tað er tann, at tað ikki er skilagott at býta næmingar í stórum flokkum sundur, sum hava verið saman í nógv ár, og sum harvið eru væl samansjóðaðir.

Eitt annað er, at seks av teimum 30 heilt flokkunum eru nýggir flokkar: 1. flokkar ella 8. flokkar, sum eru settir saman av næmingum, sum koma úr fleiri skúlum. Í summum førum er tó skilligt, at talið til dømis er 25, men so er neyðugt at hava tveir lærarar, ella undirvísa í bólkum, sambært Jacob Eli S. Olsen

- Tað kann vera skilagott at varðveita flokkin í ávísum førum, hóast ein næmingur kemur afturat teimum 24 í eitt tíðarskeið. Kemur ein næmingur aftrat, so kann ynskið á staðnum verða at halda fast við flokkin sum hann er og heldur hava tveir lærarar í flokkinum, soleiðis at tað skiftivís kann vera undirvíst í bólkum ella við tveimum lærarum í flokkinum.

Nógvir av teimum stóru flokkunum komandi skúlaár eru tó ikki í hesi støðuni. Á Skúlatrøð í Klaksvík verður talið av næmingum í 1. flokki komandi ár 73 næmingar, og har er ætlanin at gera tríggjar stórar flokkar heldur enn at gera fýra flokkar. Formaðurin er heldur ikki samdur við raðfestingina í Fuglafirði, ið samband honum eisini hevur ein flokk ov lítið í einum árgangi:

- Tað hevði verið hóskandi tal av næmingum í hvørjum flokki, um 73 næmingar vórðu býttir sundur í fýra flokkar, so vóru tað 18 og 19 næmingar í hvørjum flokki í 1. flokki í Klaksvík, og tað hevði samstundis lagt upp fyri, at fleiri næmingar kundu komið í flokkarnar, um fleiri fluttu til økið. Sama ger seg galdandi í Fuglafjarðar skúla, sum eisini tekur ímóti næmingum úr skúlanum í Eysturkommunu úr 7. flokki; har vera 52 næmingar í 8. flokki komandi skúlaár, sum tá eru nýggir flokkar. Ístaðin fyri at gera tríggjar flokkar við 17 og 18 næmingum í hvørjum, so vera tað tveir flokkar við 26 næmingum í hvørjum.

Jacob Eli S. Olsen undrast á, at tað eru so nógvir stórir flokkar, tá ið tað samstundis verður sagt – eisini í nýggja samgonguskjalinum – at vit skulu hava smærri flokkar, og tá so nógv tilmæli tala fyri, at tað er skilabest við færri næmingum í flokkunum.

- Var viljin til staðar, so settu skúlamyndugleikarnir alt fyri eitt tað í verk at hava smærri skúlaflokkar, og landsstýrismaðurin hevur heimild at gera tað. Tað eigur heldur ikki at verða brúkt sum undanførsla, at nýggja samgongan nústani er sloppin til verka. Ætlar henda samgongan at minka flokkarnar, so er at gera tað alt fyri eitt. Tað hjálpir ikki børnunum í teimum stóru flokkunum, at samgongan drálar at minka flokkarnar. -  Øll gransking og tilmæli benda greitt á tað skilagóða í at hava smærri flokkar, og vit hava tosað um smærri flokkar leingi, so nú manglar bara at gera álvara av prátinum og lyftinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder