2019-02-06 07:16
Treystitalið, sum fortelur okkum um konjunkturin í landinum, er hesaferð 21 og er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006, skrivar Hagstova Føroya.
Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er minkað eitt vet, og ein lítil afturgongd sæst í tilfeingisvinnuni, byggivinnuni og handilsvinnuni, meðan vísitølini hjá brúkarunum og tænastuvinnuni er nærum óbroytt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald