Seint í gjárkvøldið bar til at staðfesta, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna.
Hetta skrivar Heilsumálaráðið í morgun.
Hetta er ikki talan um viðkomandi, ið fór í sóttarhald eftir lending í Vágunum í gjár, men um ein annan persón ið kom frá Damark. Viðkomandi fleyg til Føroya mánadagin, og nú er landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Útfrá hesum verða nøkur sett í sóttarhald.
Lars Fodgaard Møller skal nú avgerða, hvørji skulu í sóttarhald sum eftirfylging av triðja tilburinum. Landslæknin var í gjárkvøldið við til at eyðmerkja Danmark sum reytt økið (Mynd: Sverri Egholm)
Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús, staðfestir Heilsumálaráðið.
Tað vórðu gjørdar 24 kanningar í gjár, og tann eina var positiv. Hetta er triði føroyingur, ið hevur fingið staðfest coronavirus - tann fyrsti hesa vikuna.
Fyrrapartin verður fundur millum Atlantic Airways og Fíggjarmálaráðið. Hetta er í kjalarvørinum av, at føroysku myndugleikarnir í gjárkvøldið lýsti Danmark sum eitt reytt økið. Í stríðnum móti Coronavirusinum hevur Atlantic Airways staðfest, at útfrá tilmælinum sleppa flogfør í reyðum økjum ikki at lenda.
Les eisini:
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð
Bygdaleiðir koyrir ikki til flogvøllin
Auto steðgar eisini við flogvallarkoyring
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald