placeholder
Mentan

Triðja andaktsbókin hjá biskupi kemur út

Nýggja bókin hevur tittulin Mamman vil tær tað besta

2018-09-17 22:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni.

Í oktober/november er ætlanin hjá forlagnum VP, at geva andaktsbók nummar trý út hjá Jógvan Fríðriksson, biskupi.

Hinar andaktsbøkurnar, sum komnar eru út, eru: Kertur loga stillar løtur í 2012 og Fevnandi er frelsari mín í 2015.

Nýggja bókin hevur tittulin Mamman vil tær tað besta, og er um 170 blaðsíður og í stívari permu. Permumyndina hevur Katrin Heinesen í Beiti tikið.

Bókin verður prenta á Clemenstrykkeriet í Hinnerup í Danmark, har eisini hinar bøkurnar eru prentaðar.

Í fororðinum sigur biskupur millum annað, at tað at skriva lestrar til Vágaportalin hevur verið sær ein fragd og ein gleði.

- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju.

- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder