Mentan

Triðja bókin um stállínuskipini komin

Fleiri av nýggju, stásiligu línuskipunum, sum vórðu bygd frá 1962 til 1964 løgdu binanvegin um ”til nýggja vinnu”

2018-11-20 09:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað hendi nógv í Føroyum, frá tí at farið varð undir at byggja stállínuskipini, sum kollveltu skipaflotan, við tað at stásiligu stállínuskipini avloystu gomlu træskipini og sluppirnar, sum vóru gamlar og nógvar í sera ringum standi.

Fyrsta stállínuskipið kom til landið seint í 1956, og síðani komu tey í stórum tali, fleiri hvørt einasta ár.

Í hesum tíðarskeiðinum sum hendan bókin snýr seg um, frá 1962 til 1964, komu umleið 30 nýggir stállínubátar til landið.

Teir komu til allar partar av landinum, Suðuroynna, Sandoynna, Vágar, Streymoy, Eysturoy og til Norðoyggjar.

Eftir at Tórshavnar Skipasmiðja hevði bygt “Porkening”, og síðani bygdi aðrar bátar eisini, vildi Skála Skipasmiðja eisini sleppa upp í part, og í 1963 var fyrsta stállínuskipið av Skála liðugt. Tað var “Boðanes”.

Føroysku skipasmiðjurnar kláraðu ikki at byggja øll skipini sum komu, og tí vórðu eisini línubátar bygdir á norskum skipasmiðjum, í Fraklandi og í Eysturtýsklandi, ella DDR.

Tað er eisini í hesi tíðini, at fleiri leggja um at royna eftir sild við nót, og tí hevur bókin undirheitið: í aðra vinnu.

Bátar sum vórðu bygdir, høvdu línu umborð, tá teir komu til andið, men teir løgdu um til nót alt fyri eitt, og fóru ongantíð á línuveiðu. Summir vóru línubáta eitt skifti, og løgdu síðani um til nót.

Tað var ymiskt hvussu tað gekst hjá hesum stásiligu skipunum, nøkur høvdu stórar trupulleikar frá byrjan, so túrarnir gjørdust væl longi enn roknað varð við.

Og tá so nógv skip komu í flotan eftir stuttari tíð, hendu tíverri eisini onkur óhapp, at menn sjólótust.

Teir vóru nakrir sum ikki bóru boð í bý árini frá 1962 til 1964. Triðja bókin hjá Sigmari Bláberg um línuskipini er góðar 300 síður til støddar. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder