Tríggjar ferðir seinastu dagarnar eru fraboðanir komnar um útróðrarbátar, sum hava havt tørv á sleipi til lands, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Tíðliga leygarmorgunin fekk MRCC eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskintrupulleikar á Norðhavinum og hevði tørv á sleipi, og sleipaði Tjaldrið bátin á Eiði.
Fríggjadag seinnapart komu tvær fráboðanir frá útróðrarbátum, sum høvdu tørv á hjálp.
Stutt eftir klokkan 13 varð boðað frá, at ein bátur hevði maskintrupulleikar á Norðhavinum, og sleipaði Brimil bátin til lands.
Stutt áðrenn klokkan 18 varð aftur boðað frá, at ein bátur hevði maskintrupulleikar eystanfyri Føroyar. Ziska varð sendur at sleipa bátin á Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald