Innanlands

Tríggir bilar í ferðsluóhappi á Toftum

Talan var um ein samanstoyt á Høganesvegnum. Sjúkrabilur kom á staðið, og ein persónur varð fluttur á sjúkrahús til nærri kanningar

Løgreglan upplýsir, at tríggir bilar vóru íblandaðir í samanstoytin. Til ber ikki til at siga meira um hvat hendi júst nú. Málið skal kannast nærri, sigur vaktleiðarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgreglan upplýsir, at tríggir bilar vóru íblandaðir í samanstoytin. Til ber ikki til at siga meira um hvat hendi júst nú. Málið skal kannast nærri, sigur vaktleiðarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Toftum. Hetta var við Høganesvegin - tætt við Navia og beint áðrenn ein koyrir niðan móti Svangaskarði.

Løgreglan upplýsir, at tríggir bilar vóru íblandaðir í samanstoytin. Til ber ikki til at siga meira um hvat hendi, og hví talan varð um ein samanstoyt, júst nú. Málið skal kannast nærri, sigur vaktleiðarin.

Løgreglubilur og sjúkrabilur komu á staðið skjótt. Ein persónur var komin so mikið til skaða, at viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar

Arbeiðið á staðnum var liðugt, tá vit tosaðu við løgregluna nú beint áðrenn klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder