2019-03-22 08:01
Løgreglan var úti og kannaði ferðina á ferðsluni í nátt.
Og úrslitið var, at tríggir bilar vórðu skrásettir fyri at koyra væl meira enn loyvt er.
Kanningarnar vórðu gjørdar í Eysturoynni. Ein av bilførarunum fær klipp í koyrikortið, meðan tveir av førarunum fáa treytaða frádøming at koyrikortinum, upplýsir vaktleiðarin.
Í Havn var løgreglan úti og tók nummarplátur av bilum. Talan var um 11 sett av nummarplátum, sum vórðu kliptar. Hetta fyri ikki at hava goldið trygging, ella av bilum, sum ikki eru møttir upp til sýn á Akstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald