2020-11-26 08:10

Tríggir bilførarar fingu í gjár eina ávaring frá løgregluni í form av einum sokallaðum klippi í koyrikortið.
Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár ferðslukanningar í Vágum har tríggir bilar vórðu støðgaðir fyri at koyra ov skjótt.
Bilarnir koyrdu 100, 101 og 104 kilometrar um tíman á einum vegastrekki uttanbíggjað, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.
Í Havn hevði løgreglan eitt serligt átak í Havn móti rúsdrekkakoyring, og her varð ein bilførari tikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Í varð eisini boðað frá einum lítlum ferðsluóhappi á vegastubbanum millum tunnilsmunnan og rundkoyringina í Gøtudali, har ein bilur koyrdi út av vegnum. Málið verður kannað nærri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald