2026-01-21 08:35
Tríggir bilførar fingu bót og klipp í koyrikortið, tá ferðsluløgreglan í gjáramorguni gjørdi kanningar við skúlan í Vestmanna.
Talan var um bilførarar, sum ikki høvdu børnini spent fast í bilinum, ella ikki nýttu rættu trygdarútgerðina, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Aftur í morgun er løgreglan úti og ger líknandi kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald