Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ávirkaðir

Ein í Norðoyggjum og tveir í høvuðsstaðarøkinum bíða nú eftir úrslitinum frá blóðroyndunum

2023-05-14 10:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur í nátt støðgað fleiri bilum, kring landið, fyri at kanna um bilførararnir vóru ávirkaðir.

Úrslitið av átakinum var, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir, og sum nú bíða eftir at fáa úrslitini frá blóðroyndunum.

Tann fyrsti varð støðgaður klokkan hálvgun sjey í gjárkvøldið, tá illgrguni var um ólógliga koyring. Bilførarin varð týðuliga ávirkaður.

Um 22-tíðina avdúkaði løgreglan ein bilførara, sum koyrdi ávirkaður í høvuðsstaðarøkinum, ella meginøkinum, sum tað rópast á løgreglumáli.

Og aftur klokkan seks í morgun varð ein bilførari í meginøkinum handtikin fyri at taka blóðroynd.

Tað tekur aloftast nakrir dagar áðrenn úrslitið av blóðroyndunum liggur klárt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder