Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

Ein fekk klipp, ein fekk koyriforboð, og ein fekk treytaða frádøming, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vóru fleiri bilførarar tiknir fyri brot á ferðslulógina.

Løgreglan gjørdi m.a. ferðmátingar í Eysturoynni, og har vóru tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ein fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 74 kilometrar um tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50.

Ein annar fekk koyriforboð fyri at koyra 86 kilometrar um tíman í bygdum øki. Her var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, og fyri teir verður revsingin herd. Undir vanligum umstøðum hevði hann fingið eina treytaða frádøming.

Triði bilførarin fekk treytaða frádøming fyri at koyra heilar 117 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har mest loyvda ferðin er 80.

Í Suðuroynni varð ein annar bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka, og tað málið koyrir sína gongd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í morgun var eisini eitt lítið ferðsluóhapp á Skála, har ein bilur fór út av vegnum. Tvey fólk vóru í bilinum, og tey fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst høvdu tey ikki fingið nakran skaða.

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men talan var ikki um ein ávirkaðan bilførara, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder