2023-05-07 10:12
Hetta vikuskiftið er Bátafestivalur á Toftum og Dansibandsfestivalur í Vági, og løgreglan sigur, at skilið har hevur verið gott.
Tó hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoynni seinasta samdøgrið. Ein varð tikin stutt fyri klokkan fýra seinnapartin í gjár, og hinir báðir vórðu tiknir í nátt.
Løgreglan hevur eisini havt úr at gera við at hjálpa fullum fólki. Í fimm førum mátti løgreglan koyra fólk til hús, sum høvdu fingið ov nógv niðurum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald