Innanlands

Tríggir bilførarar tiknir í nátt

Ein koyrdi uttan koyrikort, ein koyrdi ávirkaður, og ein virdi ikki skeltingina á Sundsvegnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-04 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Tó vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot í nátt.

Ein bilførari var tikin í Vágum. Hann koyrdi bil uttan at hava koyrikort.

Hinir báðir bilførararnir vórðu tiknir í høvuðsstaðnum.

Tann eini var tikin fyri rúsdrekkakoyring, og hin virdi ikki, at ferðslan á parti av Sundsvegnum er einvegis fram til 15. juni, nakað, sum nógvir bilførarar hava fingið bót fyri seinastu tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder