Innanlands

Tríggir dómar fyri at smugla hassj

Áhugin fyri at smugla hassj til Føroya er stórur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-12 16:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áhugin fyri at smugla hash til Føroya er stórur, og politi og tollvald fáa javnan fatur á fólki, sum hava í hyggju at selja hash á føroyska marknaðinum. Innanfyri 2 vikur í tíðarskeiðnum frá 2. apríl til 15. apríl 2023 vóru 3 útlendingar tiknir fyri at smugla hash til Føroya.

Tá størri nøgdir av rúsevnum verða smuglaðar til Føroya er vanligt, at ákæruvaldið framstillar smuglaran í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti við tí endamáli, at viðkomandi verður varðhaldsfongslaður. Hetta kann m.a. vera fyri at tryggja, at viðkomandi er í Føroyum, til málið kann endaliga avgreiðast.

2. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr Keypmannahavn. Tað vísti seg, at maðurin smuglaði uml. 200 gram av hashi innvortis. Maðurin, sum var úr Moldova, var longu 3. apríl dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin bleiv samstundis útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.

14. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya við Norrønu. Maðurin, sum er dani, kom við bili og hevði goymt uml. 1 kg. av hashi í bilinum. Maðurin bleiv 12. mai dømdur 60 daga mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

15. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr París. Maðurin, sum eisini smuglaði hash innvortis, hevði, tá til stykkis kom, svølgt 480 gram av hashi. Maðurin, sum var úr Spania, bleiv 1. mai 2023 dømdur 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Eisini hesin maðurin bleiv útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder