Innanlands

Tríggir føroyingar umborð: Álopnir av sjórænarum - skutu og brutu seg inn gjøgnum hurðar

Manningin á Mærsk Transporter var út fyri álopi av sjórænarum mánanáttina. Øll manningin hevur tað gott

Mærsk Transporter (Mynd: MarineTraffic)

Mærsk Transporter (Mynd: MarineTraffic)

2020-04-14 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ógvuslig hending, men eingin fekk skaða. Veitingarskipið Maersk Transporter, varð mánanáttina álopin av sjórænarum. Tríggir føroyingar vóru umborð, og André Johannesen úr Vági er skipari.

Tað veit Sudurras.fo, sum hevur verið í samband við skiparan.

Hendingin fór fram meðan skipið lá fyri akker út fyri Cuidad del Carmen í Meksiko. Í minsta lagi seks vápnaðir menn komu umborð, greiðir André Johannesen frá. Alt var læst av umborð, men teir skutu sær atgongd ígjøgnum vindeyguni á brúnni og komu á tann hátt inn um.

Trygdarrúm er umborð og nakrir av manningini megnaðu at sleppa í trygdarrúmið og stongdu seg inni, meðan aðrir goymdu seg fyri sjórænarunum. Fimm av manningini vórðu tiknir og førdir uppá brúnna.

André Johannesen greiðir Suðuroyarportalinum frá, at hetta stóð uppá í ein tíma, og so fóru teir av aftur skipinum.

Hóast skelkin, so hava allir mans tað gott, sigur André í samrøðuni sum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder