Uttanlands

Tríggir gíslar leyslatnir í dag

Tríggir menn vórðu leyslatnir av Hamas í morgun – 369 palestinskir fangar verða eftir ætlan eisini leyslatnir í dag

Russisk-ísraelski Sasha Troufanov er ein av trimum gíslum, sum vórðu leyslatnir í morgun (Mynd: EPA)

Russisk-ísraelski Sasha Troufanov er ein av trimum gíslum, sum vórðu leyslatnir í morgun (Mynd: EPA)

2025-02-15 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hernaðarliga palestinska rørslan Hamas hevur í dag leyslatið tríggjar gíslar sum partur av avtaluni um vápnahvíld við Ísrael.

Talan er um tríggjar menn - ísraelsk-amerikanska Sagui Dekel-Chen, ísraelsk-russiska Sasha Troufanov, og ísraelsk-argentinska Yair Horn - sum hava sitið í varðhaldi hjá Hamas síðan álopið á Ísrael 7. oktober 2023.

Eftir ætlan verða 369 palestinskir fangar eisini leyslatnir úr ísraelskum fongslum í dag, skrivar Ritzau.

Vápnahvíldin kom í gildi 19. januar. Teir fyrstu 42 dagarnar skulu eftir ætlan 33 gíslar leyslatast úr Gaza, og 1.900 palestinskir fangar skulu leyslatast úr ísraelskum fongslum.

Mánadagin boðaði Hamas annars frá, at leyslatingin av gíslunum varð útsett, inntil annað varð fráboðað. Grundgevingin var at Ísrael ikki hevði yvirhildið treytirnar í avtaluni um vápnahvíld, m.a. í sambandi við veiting av neyðhjálp til Gaza. Seinni kúvendi Hamas tó og segði, at gíslar framvegis kundu leyslatast leygardagin sum ætlað.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu segði fyrr í vikuni, at vórðu gíslarnir ikki leyslatnir í dag, fór Ísrael at steðga vápnahvíldini og taka bardagarnar uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder