Mentan

Tríggir mætir fuglfirðingar í Ribarhúsi

Framsýning við Øssuri Mohr, Heðini Kambsdal og Frits Johannesen letur upp mikudagin

Øssur Mohr

Øssur Mohr

2019-04-29 20:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikudagin 1. mai letur upp málningasýning í Ribarhúsi trimum listamálarum, sum veruliga hava sett Fuglafjørð á føroyakortið tá tað um myndlist ræður, nevniliga Heðin Kambsdal, Øssur  Mohr og Frits Johannesen.

Í sambandi við ferniseringina seinnapartin mikudagin fara Anne Mette Greve Klemensen og Frits Johannesen at syngja meðan Heðin Kambsdal spælir undir.

Soleiðis skrivar Frits Johannesen um teir tríggjar.

Øssur Mohr
Yngstur av teimum trimum er Øssur, ið málar ekspressivar, vakrar, gløggar, livandi,  litríkar málningar undan fjallagreinunum við fjørðin. Hann er tolin í síni myndagerð og veltir eina flagveltu, sum randar síni skap í vøkrum sjónum, tónum, ið alla tíðina leggja seg til hvíldar í eygnakrókar á fólkið, sum síggja henda gróður.

Vøksturin undan hansara hond hevur nørt um hansara list víða um. Hesar listaligu, litríku halkoytur hava lisið sítt faðir vár víða um til gleði og gagns fyri Øssur, bygdina og landið alt. Hansara penslabørn dansa ein fegin dans dag og dagliga.

[object Object]

Heðin Kambsdal
Heðin er næstelstur og fór at mála sum blaðungur, har hann í síni gongd lyfti ljósið í sínum strokum innarliga, skaldakent – í kenslusamum, randvovnum strokum. Hann hevur nortið við omanljósið við okkara vøkru bygd, sum kemur undan fjallagreinum og nørir um ljósanna glámlýsismátt, sum lesur sína morgunbøn og kvøldbøn bæði í lýsing og skýming.

Hann fer út í rúmdina og fær Norðlýsið at dansa ein vakran rúmdardans, ið leggur seg til hvíldar t. d. í Blábjørgum. Hetta er ein meistarlig atdráttarmegi, ið nørir um tað skapandi megina, sum Heðin hevur í sínum penslabørnum. Tey trívast væl undir hansara hond.

[object Object]

Frits Johannesen
Frits er elstur. Hann rør upp undir løtuna við einum skaldakendum tónleikamynstri, har naknar kvinnur við eini cello og dýr hava konsertir saman. Hetta kann vera úti í natúrini – uppi millum fjalla ella niðri við sjóvarstrond t. d. Heimi á Oyrini í Fuglafiðri.

Alt lívið er ein lestur og tónleikur, sum fer um okkara heila – og sálarkervi í einum vøkrum inn- og útsúgi.

Hann heldur um síni penslabørn nú ellin stundar til, og letur strokini t. d. í hálvar skjøldrar, hálv vindeygu og hálv hjól. Ja, vit síggja ikki alt. Vit síggja bert ein part av øllum, og hetta vita penslabørnini, men glað eru tey at mála bara ein part av øllum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder