Innanlands

Tríggir nýggir flokkar byrja á hægri námi á Glasi í summar

60 lesandi afturat byrja fulltíðarlestur aftaná summarfrítíðina

2019-06-21 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tríggir nýggir flokkar byrja á hægri námi á Glasi í summar. Útbúgvingarnar eru framleiðslutøkni, marknaðarførslubúskapur og innovatión & íverksetan. Í fjør byrjaðu tveir flokkar innan byggifrøði og fíggjarbúskap. Sostatt verða fimm flokkar við fulltíðarlesandi á Glasi komandi lestrarár.

PLÁSS FYRI FLEIRI

Hóast freistin at søkja varð sett til 1. juni, so eru nøkur pláss tøk enn. Til ber framvegis at søkja um upptøku á framleiðslutøkni, marknaðarførslubúskap og innovatión & íverksetan. Hetta kanst tú gera umvegis heimasíðu skúlans, glasir.fo.

PARTTÍÐARLESTUR Á GLASI

Afturat teimum fimm útbúgvingunum, sum eru skipaðar sum fulltíðarlestur, hevur Glasir eisini tríggjar parttíðarútbúgvingar. Hesar eru akademiútbúgvingin, HD og diplomútbúgving í leiðslu. Freistin at søkja inn á parttíðarlestur á Glasi er 15. august 2019.

- Glasir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder