Innanlands

Tríggir nýggir nevndarlimir í Havnar Framburðsfelag

Birgir Nielsen er nýggjur formaður Havnar Framburðsfelag, sum er limafelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi

Nýggja nevndin, tó undantikið av Monu Breckmann Wescott, sum var burturstødd

Nýggja nevndin, tó undantikið av Monu Breckmann Wescott, sum var burturstødd

2023-03-12 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á aðalfundinum hjá Havnar Framburðsfelag í dag vóru tríggir nýggir nevndarlimir valdir. Nývaldir eru Rói Johannesen, sum eisini er formaður í Huxa, Jan Vestergaard og Grímur Sundstein.

Nevndin hevur eisini skipað seg við nýggjum formanni, og tað verður Birgir Nielsen, sum fer at røkja sessin.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Birgir Nielsen, nevndarformaður
Malan á Dul Nielsen, næstforkvinna
Mona Breckmann Wescott, nevndarlimur
Rói Johannesen, nevndarlimur
Jan Vestergaard, nevndarlimur
Fróði Ó Olsen, varalimur
Grímur Suundstein, varalimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder