2018-10-18 16:36
Ein skottilburður var í Kandahar har suðuri í Afganistan, tá NATOfundur varð hildin. Trý fólk vórðu dripin, meðan tveir amerikanarar vórðu særdir í álopinum.
Fyrstu tíðindini vóru, at tað vóru fólk í trygdarliðinum hjá guvernørinum, sum byrjaðu at skjóta, men nú hevur Taliban tikið ábygrd fyri álopið.
Lokali løgreglustjórin, fregnartænastustjórin og guvernørurin í Kandahar vórðu dripnir í álopinum.
Taliban sigur, at málið við álopinum var generalurin fyri hernaðarstyrkina hjá USA og NATO í Afganistan, Scott Miller.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald