2025-06-17 08:04

Gjáranáttina tók løgreglan tríggjar prutlførarar í Suðuroy, har staðfest, at teir koyrdu uttan koyrikort og at ferðin eisini var alt ov høg.
Ein var skrásettur at koyra 53 kilometrar um tíman, ein 64 og tann triðji varð máldur til 73 kilometrar um tíman.
Eisini støðgaði løgreglan ein bilførara fyri at koyra við píkadekkum, hóast tíðin har loyvi er at koyra við slíkum, fyri langari tíð síðani er runnin. Hetta gevur klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald