2026-03-25 09:32
Seinastu dagarnar hevur verið fitt av vindi, og í hesum sambandi fekk løgreglan tríggjar fráboðanir um stormskaðar fyrrapartin í gjár.
Allar fráboðanirnar komu úr Suðuroynni. Onkur kom úr Hvalba, og onkur kom úr Vági.
Fráboðanirnar snúðu seg um eina neystahurð og onkrar takplátur, sum vóru loysnaðar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald