Innanlands

Tríggir suðuroyingar afturat fingu klipp í koyrikortið

Serliga ferðsluátakið er nú av á hesum sinni

2025-12-18 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í gjáramorgunin vórðu bilar í morgunferðsluni í Suðuroy støðgaðir av løgregluni fyri at kanna serliga, um børnini sótu trygt í bilinum, eins of ferðslulógin fyriskrivar.

Hesaferð vórðu kanningarnar gjøgdar við skúlan og ein dagsstovn í Vági.

Úrslitið av hesi kanningini var, at tríggir bilførarar vórðu noteraðir fyri ikki at hava børnini íbundin, og hetta gav klipp í koyrikortið.

Ferðsluløgreglan hevur hesar seinastu dagarnar havt eitt serligt átak í Suðuroy, men nú eru tey farin av oynni aftur, so bilførarar í Suðuroy skulu ikki rokna við órógvi av hesum slagi aftur í nærmastu framtíð, váttar vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder