Innanlands

Tríggir tilburðir í gjár

Í einum føri er smittukeldan ókend – 117 eru smittað í løtuni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-04 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll eru smittað í Føroyum. Í tveimum førum kemur smittan frá kendari smittukeldu, og í hinum førinum er smittukeldan ókend, skrivar corona.fo.

Seks persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 117 persónar smittaðir í løtuni. Ein persónur er innlagdur við koronu.

1011 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. 466 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder