2023-05-02 09:40
Hósdagin verður avvhandan av trimum nýggjum brúm í fríøkinum í Havnardali. Verkætlanin við tilhoyrandi gøtukervi er júst liðug.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at áhugað hittast á parkeringsøkinum við Sandá í Havnardali kl. 14.30, haðani gingið verður niðan á fyrstu brúnna, har borgarstjórin bjóðar vælkomin og hugleiðir um verkætlanina.
Aftaná verður snórurin til fyrstu brúnna kliptur. Aftaná kunna tey, sum hava hug, ganga ein túr eftir lendisgøtuni tvørturum allar brúgvarnar. Endað verður aftur á parkeringsplássinum. Túrurin tekur bara einar 20 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald