![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Her í desember verða fleiri møguleikar at uppliva fólkakæra sangaran, Teit Lassen framføra í Føroyum. Ikki færri enn tríggjar konsertur eru at velja ímillum.
Teitur framførir sangir av nýggju útgávuni “Cazador de Ostras”, sum varð útgivin 3. september í ár, og eisini nakrar av teimum kendu, saman við bólki.
“Cazador de Ostras” fevnir um nýtt tilfar á føroyskum og enskum. Fløgan varð innspæld í Føroyum og Argentina og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika.
Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 9. desember kl. 20, í Listastovuni í Miðvági fríggjakvøldið 10. desember kl. 20.30 og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 11. desember kl. 20.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald