Í nátt okkara tíð hevur amerikanski rockbólkurin Foo Fighters vunnið trýggjar Grammy-virðislønir.
Talan var um virðislønina fyri besta rockútgávu fyri útgávuna "Medicine at Midnight", besta rockframførslu fyri "Making a Fire" og besta rocksang, sum var "Waiting on a War".
Fyri góðari viku síðani andaðist trummusláarin í bólkinum, 50 ára gamli Taylor Hawkins. Hann varð funnin deyður á hotelkamari sínum í Bogotá í Kolumbia, har bólkurin skuldi framføra sama dagin á lokala festivalinum Estéreo Picnic.
Kanningar hjá rættarlæknum hava funnið fleiri rúsevni og heilivág í kroppinum hjá honum, harímillum marijuana og heilivág fyri tunglyndi. Tað er ógreitt, um hesi evni eru orsøk til, at hann doyði.
Í kjalarvørrinum á hesum avlýsti Foo Fighters allar tær konsertirnar, sum bólkurin skuldi spæla í USA og Evropa í ár.
Foo Fighters varð stovnað í 1994, og síðan 1997 hevur Taylor Hawkins verið trummusláari. Eingin av núverandi limunum í bólkinum møttu upp til Grammy-handanina, skrivar Ritzau.
Her sæst ein listi yvir, hvør hevur vunnið eina Grammy-virðisløn í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald