Løgreglan í Marokko hevur handtikið trígjar persónar í morðinum á eina danska og eina norska kvinnu í landinum.
Persónarnir eru handtiknir í Marrakech, upplýsa myndugleikarnir í Marokko, sambært AP-tíðindastovuni.
Frammanundan er ein persónur varðhaldsfongslaður í málinum. Sambært marokkanskum myndugleikum hevur hesin persónur tætt tilknýti til víðgongdar felagsskapin. Og tað er orsøkin til, at myndugleikarnir meta, at drápini hava samband við yvirgangsatsóknir. Ein onnur orsøk er, at tað á internetinum finst ein filmur, sum eftir øllum at døma skal vísa drápini á tær báðar kvinnurnar, sum hildu jólafrí í Marokko.
Les: Drápsmenninir filmaðu illgerðina í Marokko
Danska fregnartænastan kannar nú, um filmsupptøkurnar eru veruligar, skrivar Danmarks Radio.
Tær báðar kvinnurnar hildu jólafrí í Marokko. Seinastu dagarnar høvdu tær verið gongutúr í Atlasfjøllunum, har tær gistu í tjaldi.
Tær lósu báðar á náttúru- og frítíðarbreyt á einum universiteti í Noregi, og vóru, sambært universitetinum, royndar í at ferðast einsamallar í náttúruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald