Fyrsta summardag í mai 2018, fór tiltakið Rørslufagnaður av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað og rørandi tiltak, har umleið 3.000 fólk savnaðust á Vaglinum í Havn. Tiltakið var somikið væl móttikið at Fólkaheilsuráðið avgjørdi at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi í ár. Hetta hevur ført við sær at bæði Vágs kommuna, Tórshavnar kommuna og Sunda kommuna fara at skipa fyri Rørslufagnaðinum í ár.
Eitt øðrvísi tiltak
Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. Endamálið við Rørslufagnaðinum er at fáa ein breiðan skara av fólki at røra seg saman við øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, og skapa ein fagnaðardag fyri ymisk ættarlið, skrivar Fólkaheilsuráðið. Luttakarar heilt frá pinkubørnum í barnavogni til búfólk á ellisheimum kunnu luttaka.
Rørslufagnaðurin byrjar við einari litfagrari gongu, har luttakarin kann luttaka akkurát, sum ein er; til gongu, við stavi ella høkjum, rullistóli o.s.fr. og kanst venda við, sum tað passar einum. Teinurin verður styttri í ár enn í fjør, tí endamálið er ikki at ganga so langt, men at savna ymisk fólk til eina hugnaliga løtu við rørslu.
Fólkaheilsuráðið heitir á fólk um at lata seg í okkurt litfagurt og hava egnan kopp við, tí miðja verður eftir at brúka so lítið av burturkasti sum gjørligt.
Byrjar fyrst í mai
Vágs-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna skulu royna seg við Rørslufagnaðinum fyri fyrstu ferð í ár og Tórshavnar kommuna fer í ár í enn størri mun at seta sín dám á tiltakið. Tiltakið verður tillagað ymsu umhvørvinum.
Vágs kommuna skipar fyri fyrsta Rørslufagnaðinum í 2019. Rørslufagnaðurin verður 3. mai 2019 í sambandi við mentanarvikuna í Vági.
Tórshavnar kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 24. mai 2019. Tiltakið verður á parkeringsplássinum við Badmintonhøllina.
Sunda kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 29. mai 2019. Tiltakið verður á ítróttarøkinum við Margáir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald