Mentan

Tríggjar konsertir við We at Sea og Sóley

Endiliga kemur dansk-føroyska Rebekka Vestergaard Mortensen til Føroya við bólki sínum

Rebekka Vestergaard Mortensen, oddakvinna í We at Sea

Rebekka Vestergaard Mortensen, oddakvinna í We at Sea

2019-09-10 11:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dansk-føroyska Rebekka Vestergaard Mortensen hevur í longri tíð havt ein dreym um at koma til Føroyar at spæla við bólki sínum, We at Sea. Nú verður dreymur hennara veruleiki, tí seinni hendan mánaðin skulu tey á konsertferð í Føroyum saman við íslendsku Sóley.

We at Sea spælir tónleik, sum er sorgblíður, sigur vøkrar og inniligar søgur. Stóra, kensluborna og nærverandi røddin hjá Rebekku fær friðin at leggja seg yvir ta einklu og vøkru ljóðmyndina, sum bólkurin skapar.

We at Sea fær íblástur frá øðrum norðurlendskum kvinnuligum sangarum og sangskrivarum sum Oh Land, Feist, Ane Brun og Eivør, og hetta hoyrist aftur í teirra droymandi og hugvekjandi úttrykki.

We at Sea eru beint nú aktuell við tveimum singlum, sum javnan eru at hoyra í bæði føroyskum og donskum útvarpi. Á aðrari, Disappear, er Marius Ziska gestasangari.

We at Sea hita upp fyri íslendsku stjørnuna Sóley á trimum konsertum: Fríggjadagin 20. september í Listastovuni í Miðvági, leygarkvøldið 21. september í Spaniastovu í Klaksvík og sunnudagin 22. september í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder