Vitin eitur ein sokallaður føroyskur lagsfelagsskapur, sum á hvørjum ári letur viðurkenning til fólk, ið hava gjørt okkurt serligt.
Tað serliga við hesum heiðurslønum er, at ongin veit, hvør stendur aftan fyri henda lagsfelagsskapin.
Tað er advokaturin Kári Davidsen frá advokatskrivstovuni Faroe Law, sum nú á triðja ári kunngerð hvør fær viðurkenningina.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at endamálið er at heiðra viðurkenningarverdar úrmælingar, sum hava framt vala avrik, ið eru við til at bera føroysku tjóðini framá.
Heiðurin kann veitast bæði føroyingum og útlendingum uttan mun til húðalit, politiska ella átrúnaðarliga sannføring. Og verður sýndur viðkomandi við handan av einum heiðursbrævi og heiðursmerki.
Heiðursbrævið er ein staðfesting í pappírsskjali, har boðað verður frá grundgevingunum fyri tilnevningini av viðkomandi.
Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringupríði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis” í bogaðum teksti omanfyri. Umframt sjálvt heiðursmerkið, hoyrir eisini ein silvur- ella gullløgd reversnál til.
“Pro aris et focis” merkir “fyri hjarta og heimi” og er eitt hugtak, ið gjøgnum søguna hevur verið knýtt at loyniligum lagsfelagsskapum, men eisini aðalsfamiljum.
Felagskapurin Vitin sigur seg vera óheftan av politiskum, átrúnaðarligum og fíggjarligum ella øðrum áhugamálum í síni meting av hvør verður heiðraður.
Ein lagsnevnd hevur ábyrgdina av Vitanum og tekur allar avgerðir um heiðurin. Lógin fyri lagsnevndina er ikki almenn, skrivar Kári Davidsen í tíðindaskrivinum.
Fyrsta handanin var í 2021, har tríggir persónar, hvør á sínum fakøki fingu heiðursmerki og heiðursbræv, sum eina tøkk fyri teirra íkast til menningina av føroyska samfelagnum. Tá vóru Pál Weihe, Jens-Kjeld Jensen og Jonhard Mikkelsen heiðraðir.
Onnur handanin var í 2022 har Vitin avgjørdi at lata trimum føroyingum heiðursmerki tá Jóan Pauli Joensen, Debes Hammershaimb Christiansen og Karin Kjølbro vóru heiðrað.
Triðja handanin verður í ár, har Vitin í ár hevur avgjørt at heiðra Ulrike Steuerwald, Suna Merkistein og Vibergi Sørensen.
Grundgevingarnar eru hesar:
Ulrike Steuerwald: Tú hevur við tínum áhaldandi og miðvísa granskingararbeiði innan fólkaheilsu, og við sera hepnari hond og framúr góðum úrslitum givið føroyinginum, og øðrum við, hjálp og vón í annars lívshættisligari støðu við deyðiligari arvaligari sjúku. Uttan títt íkast sótu enn fleiri føroyskar familjur og stúrdu fyri lagnuni hjá teirra kæru ella syrgdu skyldfólk og vinir.
Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.
Viberg Sørensen: Tú hevur í tínum drúgva arbeiðslívi við neyvum arbeiðslagi sinniliga og sakliga arbeitt fyri at vinna føroyingum betri rættindi á fiskivinnuøkinum. Rættindi, sum rúmkaðu munandi um okkara tilfeingi, ikki minst tá um uppsjóvarfiskin ræður. Eisini hevur tú tikið tøk at royna nýggjar, óroyndar leiðir innan fiskivinnuna, bæði tá talan er um at gagnnýta tilfeingi og at víðka um vitanargrundarlagið, sum er avgerandi fyri vøkstur og vælferð.
Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.
(Mynd: Birgir Kruse)
Suni Merkistein: Tú hevur í tíni yrkisleið við sera neyvum arbeiðslagi sinniliga og sakliga savnað vitan um og skjalafest søguligar føroyskar hendingar við bókaútgávum og skipaðum sjónvarps- og útvarpssendingum. Við tínum rúgvumikla arbeiði og tíni framúr miðling hevur tú lýst og drigið saman um søguligar hendingar, okkum øllum og komandi ættarliðum til gleði og gagns.
Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald