2026-01-11 09:21
Ein maður var í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 1,5 kilo av hassji til Føroya.
Maðurin varð tikin av tollarunum í Vága floghavn fríggjadag seinnapart. Hann er ikki føroyingur men er kortini danskur ríkisborgari.
Hann fer av landinum seinni í dag, og skal hann sita dómin í Danmark seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald