Mentan

Tríggjar seymir frá

Gekkurin heldur fram at vaksa. Heldur ikki í kvøld fór hann

2018-06-22 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við góðum bossanova tónleiki frá Konfekt fekk Kristina Thomassen úr Hoyvík fulla plátu og kom ígjøgnum til sendingina í kvøld.

Kristina greiddi frá, at hon annars búði í Keypmannahavn, men var komin til Føroya í feriu. 3,4 millión vóru upp á spæl, og tær vóru deildar út á teir tríggjar leyparnar.

Fyrstu ferð stóð hon eftir við 150.000 krónum, men stóri vinningurin á 1,2 milliónir lokkaði, og hon valdi at fara víðari. Aðru ferð endaði hon við 120.000 krónum, og aftur hesaferð valdi hon djarvt at halda fram.

Triðju ferð mundi eydnast, og hon var bara tríggjar seymir frá einum reyða leypinum. Men eftir stóð hon við lægsta vinningi, 12.500 krónur.

- Tað er altíð nakað, segði Kristina Thomassen.

Næsta fríggjadag verður Gekkurin 3.600.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder