Leygardagin verður skipað fyri Hymir, einum hugnaligum drekka- og matfagnaði, í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.
Umframt spennandi staðbundnar matupplingar og framsýningar, er eisini tónleikur á skránni, eitt nú við einum av av fólkakæru tónaskaldum okkara, Kára P.
Kári P. fer saman við orkestri sínum, kallað Trio Hinumegin Ringvegin, at spæla á Hymir. Trio Hinumegin Ringvegin er umframt Kára P., mannað av Fini Hansen og Edvardi Nyholm Debess.
Kári P. hevur latið úr hondum tvær útgávur, “Vælferðarvísur” og “Hinumegin Ringvegin” – og úr rúgvuni er bæði “Kalli Kat”, “Súrligar nætur í Keypmannahavn”, “Villar Víddir” og “Meirilutin ræður” vorðnar fólkaogn. Kári P. fekk í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2020 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Trio Hinumegin Ringvegin. Frá vinstru: Finnur Hansen, Kári P. og Edvard Nyholm Debess
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald