Í gjár á middegi fekk løgreglan eina fráboðan frá borgara í Runavík, um at ein trolari, sum lá við bryggju, larmaði so illa, at hetta órógvaði húsfólkið.
Løgreglan tosaði við Runavíkar Havn, og har varð sagt, at tey royndu at taka atlit til heimafriðin hjá fólki, men tað bar ikki til at fáa landstreym til trolaran. Eina lítla løtu seinni ringdi annar borgari og meldaði trolaran fyri larm.
Trolarin varð síðani fluttir norður til Ánirnar at liggja, men ikki gekk long tíð, áðrenn hann aftur varð meldaður fyri at órógva heimafriðin.
- Vit hava fult forstáilsi fyri at tað er møðsamt at verða noyddur at rýma úr húsum fyri at fáa frið. Tey sum meldaðu mettu, at talan er um brot á halgidagslógina, men hetta meta vit ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vaktleiðarin sigur eisini, at talan er um eitt kommunalt mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald