Mentan

Trom sæst á kvf.fo frá á midnátt

Um nakrar tímar ber til hjá teimum, sum ikki hava sæð Trom enn, at síggja røðina á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. KvF leggur allar partarnar út á midnátt.  

2022-02-16 18:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á midnátt í kvøld ber til at síggja allar seks partarnar av krimi-røðini, Trom, á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, og næstu seks vikurnar verður ein partur sendur hvørt hóskvøld í sjónvarpinum eftir sjónvarpstíðindini.

KvF er samframleiðari av Trom saman við ZDF/Arte, og í góðum samstarvi við Kykmyndir og Jón Hammer eigur KvF sostatt eisini sín part í spildurnýggju krimi-røðini. Tí er tað sjálvsagt, at eisini KvF vísir spennandi krimirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við íblástri úr bókum eftir Jógvan Isaksen.

Føroyskur filmur í menning
Við avgerðini um at vera ein av samframleiðarunum av sendirøðini hevur Kringvarpið víst seg sum ein stovnur, ið bæði vil og kann spæla ein leiklut, tá tað kemur til at menna føroyska filmsframleiðslu.

Umframt Trom hevur KvF longu sent føroyskar filmar sum til dømis “Skál”, “Illir andar” og “111 góðir dagar”. Seinni í ár vísir KvF eisini filmin, “Dreymar við havið”, og í mars kunnu okkara yngru hyggjarar gleða seg til at síggja seks partar av sendirøðini, “Ævintýraferðin”. Kringvarpið hevur eisini gjørt avtalu um at senda ymiskar føroyskt-framleiddar stuttfilmar í næstum.

Føroysk filmsframleiðsla má sigast at hava undanvind í løtuni, og framgongdin er stór. Føroyski public service miðilin hevur ein sjálvsagdan leiklut í hesum og eigur at vísa filmar úr Føroyum fyri øllum føroyingum.

Ásannandi, at fíggjarligar avbjóðingar liggja fyri framman, so er vónin kortini, at KvF framhaldandi fer at hava fígging og orku til at vera við til at menna føroyska filmsframleiðslu frameftir.

Tíðindaskriv frá Kringvarpi Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder