Mentan

TROM: Upptøkurnar byrja 15. mars

Upptøkurnar til føroysku krimirøðina skulu verða lidnar í juli, og røðin skal verða liðug og avleverað í endanum av árinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-05 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ein góðan mánað byrja upptøkurnar til føroysku krimirøðina TROM.

Røðin, sum verður í seks pørtum, verður tikin upp í Føroyum. Byrjað verður 15. mars, og eftir ætlan verða upptøkurnar lidnar tíðliga í juli, og í endanum av hesum árinum er røðin heilt liðug og avleverað.

Tað sigur Jón Hammer, sum stendur fyri framleiðsluni.

Til dagligt verða eini 50 fólk partur av upptøkunum. Næstan allir leiklutirnir eru føroyskir uttan tveir stórir leiklutir og nakrir fáir minni leiklutir. Umleið helvtin av framleiðslutoyminum eru eisini føroyingar, so talan er í stóran mun um eina føroyska verkætlan, sigur Jón Hammer við Útvarpið.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað TROM við støði í krimibókunum hjá Jógvani Isaksen um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Røðin verður eftir ætlan á skrá einaferð næsta ár.

Krimirøðin kostar uml. 37 mió. krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder